Innanlands

25 grundstykkir í Norðragøtu til sølu mánadagin

Grundstykki við Myllá í Norðragøtu eru nú klár at bjóða út

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2021-03-05 22:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

nadagin verða nýggju grundstykkini við Myllá í Norðragøtu sett til sølu á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Talan er um 25 av teimum 27 grundstykkjunum, sum nú eru klár at bjóða út.

Tá gamli bíðilistin eftir grundstykkjum varð avtikin í fjør stóðu seks á bíðilista eftir grundstykki í Norðragøtu. Útstykkingin við Myllá var tá í gerð, og býráðið samtykti tí, at hesi skuldu fáa møguleika at velja eitt grundstykki tá útstykkingin varð liðug, áðrenn bíðilistin varð endaliga avtikin. Av hesum hava tvey tikið av, og restin av grundstykkjunum verða nú sett til sølu.

Kostnaðurin fyri grundstykkini verður 150 krónur per fermetur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder