Mentan

Nýggj verð: Kvinnudagurin í Mentanarhúsinum

Í sambandi við altjóða kvinnudagin 8. mars, verður skipað fyri tiltakinum "Nýggj verð!" í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

2021-03-06 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrireikarar siga soleiðis um tiltakið:

– Nú vit fyrireika 8. mars 2021, er tað við arbeiðsyvirskriftin: Vit taka pallin! Nýggj verð – nýggj leiðsla!

– Yvirskriftin kemur nærum av sær sjálvum, nú vit hava strítt okkum ígjøgnum koronafarsóttina. At koma væl ígjøgnum eina farsótt krevur samanhald, samstarv tvørtur um markamót og grundleggjandi álit á stovnar í samfelagnum. Tað er tørvur á kvinnuligum virðum!

– Í Føroyum sóu vit eisini kvinnurnar taka pallin. Í krepputíðum traðka kvinnur fram! Lærarar, pedagogar, handilsfólk, vaskifólk, hjálparfólk o.o. máttu arbeiða meira og øðrvísi fyri at samfelagshjólini framvegis kundu mala. Og vit sóu sjúkrarøktarfrøðingar, granskarar, kvinnuligar leiðarar, forkvinnur o.a. traðka fram í kastljós.

– Tað kennist, sum um ein nýggja tíð er byrjað! Men hvussu flyta vit okkum best fram á leið? Hetta er evnið 8. mars 2021. Vit bjóða nøkrum gløggum kvinnum upp á pallin at hoyra teirra boð.

Súsanna Olsen, lektari, fer at hugleiða um verðina, sum vit síggja hana í dag, hvat krevst til eina nýggja pallseting, og hvørjar royndir aðrar hava gjørt.

Eisini koma tríggjar kvinnur á vitjan, sum hava tikið politiska pallin bæði fyrr og nú – Karin Kjølbro, Helena Dam á Neystabø, og Edva Jacobsen.

Eisini verður høvi at hoyra frá nøkrum kvinnum, sum hava ferðast á andaligum, mentanarligum og filosofiskum pallum – Maria Jørðdal Niclasen og Dania O. Tausen.

Umframt hetta veðrur prátað við fýra kvinnur, sum hava merkt miðlalandslagið í Føroyum í koronatíðini – Margit Stórá, Óluva í Gong, Marita Debess Magnussen, og Alexandra á Dul. Lena Mohr, stjóri á Sansum og stigtakari til Kvinnu, er eisini við í hesum.

Afturat hesum panelunum, sum Óluva Zachariasen fer at leiða áhoyrarar ígjøgnum, kemur kvinnubólkurin SWAY á vitjan, og Elisa Vang fer at undirhalda við einum priki. Á veggunum hanga eisini listaverk hjá Rannvá Holm Mortensen.

Til ber at keypa okkurt gott at eta og drekka, áðrenn tiltakið byrjar, og eina góða kondittarakøku í steðginum.

Demokratia skipar fyri bussi av Bursatanga til Fuglafjarðar kl. 17.15 mánadagin, so tey úr Havn og framvið bussrutuni hava møguleika fyri at koma til Fuglafjarðar til ein góðan bita, áðrenn tiltakið byrjar. Bussurin koyrir aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt. Skipað verður fyri undirhaldi í bussinum eisini, siga fyrireikararnir.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug, eisini til bussin. Ein kann melda seg til á atgongumerki.fo. Har ber eisini til at bíleggja og gjalda fyri mat og drekka frammanundan.

Meira kunning um tiltakið, umframt skráin fyri tiltakið, sæst her.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder