Uttanlands

Koronakanningar nú til keyps hjá týskum handilsketum

Talan er um útgerð til kanningar, sum er framleidd í Týsklandi, og sum nú fæst til keyps fyri 25 evrur

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2021-03-06 12:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Týsklandi eru tey nú byrjaði at selja útgerð til sonevndar heimakanningar, so fólk sjálvi kunnu kanna seg fyri korona.

Í morgun byrjaði lágpríshandilsketan Aldi at selja kanningarútgerð í handlunum. Sambært miðlinum Die Welt er talan um útgerð, sum er framleidd í Týsklandi, og sum kostar 25 evrur (uml. 187 krónur).

Fólk kanna seg við at pota í nøsina, og úrslitið av kanningini er klárt innan 15-20 minuttir.

Týski miðilin skrivar eisini, at eftirspurningurin var so stórur, at vøran skjótt var útseld í fleiri handlum. Lagt verður afturat, at hvør kundi bert slapp at keypa ein pakka.

Men tað er ikki bara Aldi, sum selur kanningarútgerðina, men fyribils eru tey einasta handilsketan, sum hava hesa vøruna á hillunum. Handilsketan Lidl byrjaði eisini at selja vøruna á netinum í dag, men stutt eftir, at latið varð upp fyri søluni, komu boðini "Royn vinarliga aftur seinni" fram á heimasíðuni.

Fleiri aðrar handilsketur hava eisini boðað frá, at tey fara at selja hesa kanningarútgerð í næstum.

Sambært Ritzau finst eingin góðkend útgerð til heimakanning á danska marknaðinum, hóast bæði Aldi og Lidl hava handlar í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder