Innanlands

Nú ber aftur til at søkja stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi

Í umsóknarumfarinum 2021 verður dentur lagdur á gransking, sum er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland – 16 milliónir eru leysar at søkja, og hvør verkætlan kann í mesta lagi fáa fýra milliónir

Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið

Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið

2021-03-06 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uttanríkis- og mentamálaráðið boðar nú frá, at lýst aftur verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi.

Í umsóknarumfarinum 2021 verður dentur lagdur á gransking, sum er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

– Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshavið og lágarktiska havøkið. Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum.

– Dentur verður lagdur á samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark. Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu samstarva um verkætlanina. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging.

Mælt verður til, at umsóknir fevna um starvssetanir av ph.d. lesandi ella Postdoc granskarum. Tey, sum verða sett í starv, skulu vera ein part av tíðini í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum.

Tilsamans 16 mió. krónur eru leysar at søkja í hesum umfarinum – ein triðingur av útboðnum er ætlaður granskingarverkætlanum í føroyskum sjóøki.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er fýra mió. krónur. Væntandi verður stuðul latin til millum fýra og sjey verkætlanir.

Umsóknarfreistin er 21. juni 2021 klokkan 12.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder