Katalanski andstøðupolitikarin, Carles Puigdemont, og tveir aðrir katalanskir limir í ES-tinginum eru ikki longur vardir av órininum, sum ES-tingið hevur givið teimum.
Hetta merkir tó ikki rætt teirra sum limir í tinginum.
Í gjárkvøldið atkvøddi ES-tingið í málinum um at taka órinið frá teimum. Og málið varð samtykt við at 400 av teimum 705 limunum í tinginum atkvøddu fyri.
Hetta merkir, at Spania nú aftur kann royna at fáa teir tríggjar katalanarnar heim, so teir kunnu stevnast fyri rættin, eitt nú fyri at standa fyri fólkaatkvøðuni um loysing í 2017 – ein fólkaatkvøða, sum varð mett at vera ólóglig.
Fleiri aðrir politikarar í Katalonia, sum vóru við til at stríðast fyri loysing, eru dømdir upp í 13 ára fongsul.
Carles Puigdemont, Toni Comin og Clara Ponsati flýddu úr landinum og eru síðan vald í ES-tingið, og hava harvið verið vard móti spanskari rættarsókn.
Spania hevur roynt at fáa tinglimirnar útflýggjaðar, men belgiska dómsvaldið hevur sýtt fyri hesum. Hóast tey trý nú hava mist órinið, so er ikki vist, at tey verða útflýggjað til Spania.
Tí í farna mánaði avgjørdi ein belgiskur dómstólur at ein annar katalani ikki kundi útflýggjast. Talan er um fyrrverandi mentamálaráðharran Lluis Puig.
Belgiski dómarin staðfesti, at spanski hægstirætturin ikki hevur heimild til at krevja hann fongslaðan.
Puigdemont segði undan atkvøðugreiðsluni í tinginum, at hann var sinnaður at kæra málið fyri ES-dómstólin um hann misti sítt órin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald