Uttanlands

Reykjarnes ressast framvegis

Sí myndir av gróti sum rapar oman fjallasíðuna

2021-03-15 16:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Virksemið í undirgrundini undir Reykjarnesi er framvegis stórt. Hetta seinasta samdøgrið hava fleiri rættiliga harðir skjálvtar verið.

Onkrir teirra eru eisini skjalprógvaðir við myndatóli. Í gjár vóru tað geologarnir Amy Clifton og Fredrik Holm, sum fingu film av gróti, sum rapaði oman eftir eini fjallalíð í sambandi við ristingarnar.

Tey bæði vóru farin ein túr eftir Suðurstrandavegi og støðgaðu við Ísólfsskála at taka myndir.

Júst tá kom ein skjálvti við styrkini 5,4, sum er tað næsthægsta síðan ristingarnar í økinum byrjaðu fyri 18 døgum síðani.

Ristingarnar fingu fleiri stór grótpetti at loysna, og tað var hetta sum tey bæði fingu myndir av á telefonum teirra.

Filmurin omanfyri er tann, sum Frederik Holm tók. Herundir sæst filmsupptøkan hjá Amy Clifton.


placeholder
placeholder