Uttanlands

Løgreglan roynir at steingja gosøkið í Geldingadali av

Bjargingarlið hava hjálpt nógvum fólkum, sum eru komin illa fyri í fjøllunum nærhendis gosopinum – fylg við gosinum beinleiðis

(Mynd: RÚV)

(Mynd: RÚV)

2021-03-22 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan á Reykjanesi roynir nú at sperra økið av, har tað byrjaði at goysa fríggjakvøldið. Í gjár boðaði løgreglan frá, at økið næst við goskoppin í Geldingadali við Fagradalsfjall er stongt.

Orsøkin er fyrst av øllum tey nógvu forvitnu fólkini, sum eru farin langa gongutúrin til dalin fyri at síggja hetta náttúrufyribrigdið, skrivar RUV.

- Fólk hava sett seg í óneyðugan vanda, sigur løgregluovastin á Suðurnesi, Ulfar Ludviksson.

Í nátt hava umleið 140 bjargingarfólk ferið úti í  økinum og leita og fyri at hjálpa fólki, sum eru komin illa fyri í ringa veðrinum. Fleiri av gongufólkunum vóru komin heilt illa fyri orsaka av kuldanum, verður upplýst.

Reyði Krossur hevur sett upp eina støð í Grindavík til at hjálpa fólki. RÚV skrivar, at 38 fólk vóru viðgjørd á hesi støðini í morgun, har tey vórðu hjálpt til tey vóru so mikið birg, at tey kundu klára seg sjálvi aftur.

Onki ella vánaligt telefonsamband er í fjøllunum á leiðini, og tí hava bjargingarliðini sera trupult við at fáa greiðu á hvussu nógv fólk eru har úti. Eitt nú hevur verið leitað eftir eigarum av bilum, ið hava staðið við vegjaðaran í nátt. Í morgun varð boðað frá, at bjargingarliðini enn ikki høvdu fingið samband við eigararnar av trimum bilum.

Enn er tó ikki frætt um fólk, ið eru komin álvarsliga illa fyri á ferð niðan til gosøkið.

Herundir kann fylgjast við gosinum beinleiðis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder