
Leygardagin 20. mars hevði felagið Føroysk Miðlafólk, fakfelagið fyri føroysk miðlafólk, aðalfund.
Á nevndarvali varð Jón Brian Hvidtfeldt afturvaldur til formann, og sostatt fer hann nú undir sætta árið í formanssessinum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Sambært viðtøkunum fyri Føroysk Miðlafólk skal formaðurin veljast hvørt ár, umframt tveir nevndarlimir.
Nýggjur í nevndini er John Johannessen, sum avloysir Elina Mirjamsdóttir. Bæði starvast tey sum journalistar í Kringvarpinum.
Beate L. Samuelsen varð eisini afturvald fyri næstu tvey árini.
Hini í nevndini eru Øssur Winthereig og Uni Arge, sum ikki stóðu fyri vali hesaferð.
Varalimir eru Arnfríð Joensen Dahl og Jens Kristian Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald