Mentan

Hallur Joensen í Spaniastovu

Leygarkvøldið verður føroyski countrytónleikarin at hoyra í Spaniastovu í Klaksvík

Hallur Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hallur Joensen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-07 19:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár fekk hann ársins áhoyraravirðisløn á FMA, og leygarkvøldið klokkan 21 spælir Hallur Joensen í Spaniastovu í Klaksvík.

Føroyski countrytónleikarin gav út sína fyrstu fløgu, Pickin’ Time In Nashville, í 2008, og í fjør kom Hallur við síni 7. útgávu, Runnin ár.

Umframt nýggjastu løgini verður eisini høvi at hoyra eitt stórt úrval av eldri "slagarum" frá Halluri.

Spaniastova skrivar í tíðindaskrivi, at tey fegnast um, at koronatilmælini eru tillagað, men samstundis verður heitt á fólk um at taka neyðug atlit áðrenn, undir og aftaná konsertina.

placeholder
placeholder