Mentan

Myndir: Borgarstjórin í høvuðsstaðnum 75 ár

Havnar Hornorkestur spældi á Glaðsheyggi í túninum hjá Heðini Mortensen í morgun

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-04-07 14:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fyllir í dag 75 ár.

Hann hevur verið býráðslimur í Tórshavnar kommunu síðan 1973, tað vil siga, at í hesi býráðssetuni - í 2023 - hevur hann sitið í býráðnum í 50 ár. Hann var varaborgarstjóri 2001-2005 borgarstjóri frá 2005 til 2017 og aftur frá 2021.

Í morgun var Havnar Hornorkestur á Glaðsheyggi í Havn uttanfyri húsini hjá Heðini og Hjørdis Mortensen.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, var framvið og tók nakrar myndir í morgun. Morgunsendingin í útvarpinum var eisini við, hoyr innslagið her.

placeholder
placeholder