Uttanlands

Grønland: IA hevur nú tríggjar av fimm borgarstjórum

Tað var eisini kommunuval í Grønlandi í gjár

Charlotte Ludvigsen, IA, kann halda fram sum borgarstjóri í størstu kommununi í Grønlandi, Kommuneqarfik Sermersooq (Mynd: Sermitsiaq)

Charlotte Ludvigsen, IA, kann halda fram sum borgarstjóri í størstu kommununi í Grønlandi, Kommuneqarfik Sermersooq (Mynd: Sermitsiaq)

2021-04-07 18:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vinnandi flokkurin á landstingsvalinum í Grønlandi í gjár, fekk eisini eitt gott kommunuval, sum varð hildið samstundis.

Inuit Ataqatigiit, IA, hevur nevniliga tryggjað sær borgarstjórasessin í Kommune Kujalleq (Qaqortoq) í Suðurgrønlandi, og situr nú á trimum av teimum fimm borgarstjórasessunum í Grønlandi, tí flokkurin endurvann borgarstjórasessin í Kommune Qeqertalik (Aasiaat) og Kommuneqarfik Sermersooq (Nuuk og Eysturgrønland), skrivar Ritzau.

Frammanundan hevði Siumut borgarstjórasessin í Kommune Kujalleq. Nú verður sessurin hjá Kiista P Isaksen yvirtikin av Stine Egede frá IA.

Hinvegin varðveitti Simiut meirilutan og endurvann borgarstjóran í Avannaata Kommunia (Ilulissat) og Qeqqata Kommunia (Sisimiut). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder