Innanlands

Avmarka nýtsluna av AstraZeneca-koppingarevni

Evropeiski heiluvágsmyndugleikin staðfestir at tað er møguligur samanhangur millum koppsetingina og vandin fyri at fáa blóðtøpp. Fólk undir 30 ár í Bretlandi fáa nú aðra koppseting í boði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-07 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Evropeiski heiluvágsmyndugleikin, EMA, hevur í dag boðað frá, at tað møguliga er samanhangur millum koppingarevni av slagnum AstraZeneca og vandan fyri at fáa blóðrøpp.

Hetta hevur fingið heilsumyndugleikar í fleiri londum at gera broytingar í koppsetingini, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Í Svørríki koppseta við hesari vaksinuni einans til fólk sum eru eldri enn 65 ár. Bretskir mndugleikar mæla til at persónar undir 30 ár fáa eina eina aðra vaksinu í boði, meðan belgisku myndugleikarnir hava steðgað koppsetingini av hesum koppingarevnunum fyri fólk yngri enn 55 ár.

Í Italia gevast tey við at geva koppingarevnið til fólk yngri enn 60 ár.

Danskir myndugleikar hava enn ikki boðað frá hvat teir fara at gera. Í Føroyum hava vit bara koppsett við slagnum Pfizer.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder