Innanlands

Vága kommuna: Ólag á vatnleiðingini í morgun

Tað kann koma fyri, at hægstliggjandi búsetingar kunnu missa vatnið eina løtu, men arbeitt verður við málinum, sigur kommunan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-12 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í vikuni heitti Vága kommuna á borgarar um at spara uppá vatnið, tí at vatngoymslurnar hjá kommununi byrjaðu at tømast orsakað av kavanum og kuldanum seinastu dagarnar, og í morgun boðar kommunan frá, at ólag er á vatnleiðingini.

Kommunan skrivar á heimasíðuna, at tað orsakað av hesum kann koma fyri, at hægstliggjandi búsetingar kunnu missa vatnið eina løtu.

Arbeitt verður við málinum, og kemur tað í rættlag í leypi av degnum, sigur Vága kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder