Lýsingagrein

P/f Jógvan Weihe selt setepli í 30 ár

Koronaskelkurin gav metsølu av seteplum

2021-04-13 10:31 Author image
Lýsingagrein
placeholder

Ein av teimum fyritøkunum, ið selur føroyingum seteplir, er Pf. Jógvan Weihe. Fyritøkan byrjaði í teimum buldraligu nítiárunum, tá ið mong ein fyritøka fór av knóranum.

Jógvan Weihe, sum hevði arbeitt í Landshandlinum í 24 ár og eitt stutt skifti hjá Kartna Winther, byrjaði sjálvstøðugt virksemi, tá ið hann keypti ein part av vørugoymsluni frá einum trotabúgvi.

[object Object]

Fyritøkan vaks skjótt
Sølan varð stýrd heiman, meðan goymsluhøli vórðu leigað kring um í býnum. Tað gekk so mikið væl, at stutt eftir byrjanina leigaði fyritøkan seg inn í stóran bygning uppi á Smyrilsvegi. Seinni – í 2004 – flutti fyritøkan í egin høli út í Vika.

Ein stórur partur søluni var ymiskt til vinnuligu fiskivinnuna. Hetta var eisini í mong, mong ár eyðkenni fyri fyritøkuna, men stjórin Ólavur Weihe sigur, at vøruúrvalið er broytt.

Í dag reka synirnir Ólavur og Gunnar Oluf Weihe fyritøkuna eftir pápan, sum andaðist í 2015.

Vøruúrvalið nógv broytt
- Eftir fíggjarkreppuna nøkur ár herfyri minkaði tann parturin, so vit nú mestsum bert selja reiðskap til snellufiskiskap, sigur Weihe-stjórin.

Harumframt selur fyritøkan enn sum áður sjóklæðir, men seinnu árini klæðir til mestsum alt uttandura brúk umframt tjøld og festivalútgerð.

- Fyrr vóru vit ein heilsøla, og tað eru vit framvegis, men nú eru vit mest ein smásøla.

Seteplir frá fyrsta degi
Mestsum frá fyrsta degi seldi Jógvan Weihe seteplir. Bæði í Landshandlinum og hjá Kartna Winther hevði hann selt seteplir, so hetta var eitt øki, hann kendi væl til.

- Hann hevði goymslu niðri á kaiini. Hann tók ímóti bíleggingum í telefon, og so fór hann oman á kaiina eftir tí, sum fólk høvdu bílagt, og so komu fólk heim til okkum og avheintaðu seteplini, sigur Ólavur.

Weihe-fyritøkan hevur sostatt 30 ára royndir, tá ið tað kemur til seteplasølu.

Tað eru somu kundar, sum ganga aftur ár um ár. Nakrir fella frá og aðrir leggjast afturat, sum árini ganga, sigur Ólavur.

[object Object]

Korona gav metsølu
Sølan av seteplum er ymisk frá ári til árs, og kanska fylgir tað eitt sindur, hvussu nógv ferð er á búskapinum. 2020 var eitt serligt ár orsakað av koronu – fólk skuldu til hús, um tað bar til at arbeiða heiman, fólk vóru óttafull og skuldu skýggja.

- Alt hetta knappliga og beint um tað mundi, tá vanligt er at seta eplir niður. Vit hava ongantíð selt so nógv seteplir sum í fjør, og tað vóru fleiri nýggja andlit millum kundarnar, greiðir Ólavur frá.

Ólavur heldur, at tað man vera meira vanligt at velta úti á bygd. Í Havn er ikki jørð í sama mun, men havnarfólk velta kortini.

- Tað eru framvegis fleiri, sum hava eina trøð, og summi velta í garðinum kring húsini. Flestu havnarfólk hava røtur á bygd og hava eplaveltu har, sigur Ólavur.

Nógvar ymiskar meiningar
Vanliga seta fólk niður umleið flaggdagin, men Ólavur veit um fleiri at siga, sum seta niður bæði fyrr og serliga seinni. Tey, ið seta seint niður hava oftast moldveltu og ikki flagveltu.

- Eplavelting er eitt evni, sum fólk hava ymiskar meiningar um, kanska tí umstøðurnar eru ymiskar, har velt verður, sigur Weihe-stjórin.

Hann sigur, at seteplir er eitt evni fyri seg: Tey eru ymisk, tá ið talan er um lit, hvussu skjótt tey vaksa o.s.fr., og tað er eisini ymiskt sum fólk vilja hava eplini at vera.

Millum ár og dag hava fleiri ymisk sløg verið mest brúkt. Peter Haahr á Búnaðarstovuni gjørdi fyri nøkrum árum fleiri royndir í Kollafirði at vita, hvørji sløg góvu mest. Tey, ið góvu mest, vóru Destiny og Mette.

Tøðini avgerandi
- Tey mest seldu hjá okkum eru Oleva og Folva, men vit hava eisini fleiri onnur sløg – kundarnir hava sínar favorittar, og favorittarnir skifta eisini við tíðini, sigur Ólavur og nevnir Mette sum dømi.

- Mette, sum gav nógv og var nógv eftirspurt fyri einum 5-10 árum síðani, fæst ikki longur.

Tøð og taðing eru eitt annað evni, sum fólk hava ymiskar meiningar um. Tøð eru samansett av nitrogen, fosfati og klori (nýtist ikki at hava allar partar).

- Tað er so ymiskt, hvat fólk vilja hava, tá ið talan er um tøð. Summi keypa lidnar blandingar, meðan onnur velja at blanda tey sjálv, sigur Ólavur og sigur, at Pf. Jógvan Weihe sjálvandi hevur bæði.

Spentur upp á eplasøluna í ár
Seinastu árini eru fólk farin at leggja seg meira og meira eftir vistfrøðiligari velting, og tað eru mest høsnatøð, ið verða brúkt. Vit hava bæði høsnatøð og eisini vistfrøðilig setepli.

- Fólk spyrja meira og meira eftir tí, sjálvt um tað kanska gevur minni. Tey, sum velta vistfrøðiligt, leggja størri dent á at eplini eru vistfrøðilig heldur enn á nøgdina og støddina av eplunum, sigur Ólavur, sum er spentur upp á søluna av seteplum í ár.

- Metsølan av seteplum í fjør var beint eftir koronaskelkin. Nú hava vit so at siga vant okkum við koronastøðuna, so tí eri eg sera spentur uppá, hvussu sølan av seteplum verður í ár, sigur Ólavur Weihe at enda.

SLØG OG SØLUSTØÐ

Setepli kunnu keypast í størri og smærri nøgdum:

25 kg sekkir: Oleva, Folva, Destiny, Cimega og Hanna

1,5 kg sekkir: Lilly Rose, Purple Rain, Celebration, Tinca Øko, Gala, Maya, Hamlet, Mikado, Asparges, Solist og Ballerina

Pf. Jógvan Weihe selur beinleiðis til kundan úr hølunum í Stiðjagøtu 10, men hevur eisini onnur at selja sítt úrval av seteplum. Tey eru:

Hjá Rólant Vidtfeldt á Sandi
Vágs Timburhandil
Bakkhús í Hvalba
Borg í Runavík
Borg í Klaksvík
Løðuhandilin í Sørvági
Stanley á Oyrarbakka

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder