Innanlands

Video: Durita og Elin vunnu DM í íverksetan

Bólkurin Duel vann fyri løtu síðani DM í íverksetan fyri húðkrem úr endurnýttum rávørum. Fyrr í ár vunnu tær báðar Skúla FM

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-04-15 14:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rómur í Íverksetarahúsinum í Klaksvík seinnapartin. Tær báðar Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir úr NámX við bólkinum Duel hava vunnið DM í íverksetan.

Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani.

[object Object](Mynd: Íverksetarahúsið)

Tær báðar hava undir navninum North Atlantic Skincare framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum, og vunnu fyrr í ar Skúla FM í íverksetan. Tær fingu tískil møguleikan at luttaka í danmarksmeistaraskapinum í íverksetan.

Hetta var í kappingini Next Level, sum Fonden for Entreprenørskab skipaði fyri, og har eisini skúlanæmingar runt um í Danmark og í Grønlandi luttaka.

Kappingin skuldi upprunaliga vera í Kolding, men orsakað koronasmittuni varð kappingin í ár hildin á netinum, og hevði Deel sína framløgu í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, haðani framløgan verður stroymd.

Og fyri løtu síðani varð altso greitt, at tær báðar Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir vunnu fyrsta pláss í kappingini.

Video omanfyri er frá Íverksetarahúsinum á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder