placeholder
Innanlands

Einfalt hjá føroyingum at fáa danskt koronapass

Føroyingar nýtast hvørki CPR ella NemID fyri at fáa koronapass, um teir fara til Danmarkar, sigur danski heilsumálaráðharrin í svari til fyrispurning hjá Sjúrði Skaale

2021-04-23 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danmark letur í hesum døgum alsamt meiri upp, og nú ber til at fara á matstovur, vertshús og kaféir, um ein annaðhvørt kann vísa eitt negativt kanningarsvar, sum ikki er eldri enn 72 tímar, ella hevur koppsetingarprógv.

Í hesum sambandi spurdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, danska heilsumálaráðharran, Magnus Heunicke, um føroyingar, sum vitja í Danmark eisini kunnu fáa eitt prógv, og um tað var neyðugt hjá teimum at hava NemID ella cpr-nummar fyri at fáa hetta.

Í svari upp á fyrispurningin, ger danski heilsumálaráðharrin greitt, at føroyingar, sum vitja Danmark kunnu brúka skjøl úr Føroyum sum prógv fyri at tey eru nýliga kannað ella koppsett.

Harafturat ber til hjá føroyingum at fáa kannað seg av nýggjum og síggja kanningarúrslitini á covidresults.dk, meðan teir eru staddir í Danmark.

Alt svarið hjá danska heilsumálaráðharranum sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder