Innanlands

Bert ein smittaður eftir

Síðan í gjár er ein persónur staðfestur frískur, og sostatt er bert ein persónur eftir í Føroyum, sum er smittaður við koronu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-23 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan ein persónur varð staðfestur smittaður við bretska koronufrábrigdinum mánadagin, er eingin nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

356 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 250.438 kanningar, skrivar corona.fo.

Síðan í gjár er ein av teimum báðum smittaðu persónunum í Føroyum staðfestur frískur aftur, og sostatt er bert ein smittaður eftir í løtuni.

Tilsamans 663 persónar hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og 661 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Eingin er smittaður innanlands í Føroyum síðan 25. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder