Innanlands

Landsbankin: Stór avlop á gjaldjavnanum

Gjaldsjavnin hevur havt avlop síðani 2010, og síðani 2013 hevur avlopið verið omanfyri milliardina. Hevur eitt land avlop á gjaldsjavnanum, førir hetta til eina veksandi nettoáogn í útlandinum

2021-04-23 12:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvær orsøkir eru til at Føroyar hava havt varandi bygnaðarlig avlop á gjaldsjavnanum. Tann fyrra er, at eftirlønaruppsparingin er økt nógv seinastu árini. Eftirlønaruppsparingin fer í stóran mun í fíggjarstovnar, ið síðani seta hana í virðisbrøv, sum í stóran mun eru útlendsk. Roknast má tí við, at inngjøldini til eftirlønaruppsparingar verða støðugt vaksandi komandi árini, og at Føroyar tí framvegis fara at hava gjaldsjavnaavlop og vaksandi nettoogn mótvegis útlondum.

Hin orsøkin er, at fleiri stórar føroyskar fyritøkur hava havt stór yvirskot seinnu árini. Í tann mun, at hesi yvirskot ikki verða brúkt til íløgur; men verða settar í virðisbrævaíløgur, ella til bankainnlán, har bankin setir eykagjaldførið í virðisbrøv, so verður hetta til eina veksandi nettoogn mótvegis útlondum.

Stór og varandi avlop á gjaldsjavnanum, sum føra til skjótt veksandi nettoogn uttanlands, kann bæði vera tekin um góð og ring búskaparfyribrigdi og tað er tí torført at gera eintýðugar niðurstøður um eina gongd við stórum og varandi avlopum á gjaldsjavnanum.

Stór og varandi avlop kunnu vera tekin um ein veikan búskap við lítlum vøkstri, har kapitalurin leitar sær uttanlands, tí tað ikki eru nóg góðar umstøður í landinum at gera avkastgevandi íløgur. Ein møgulig hægri vælferð verður tí heldur til uppsparing uttanlands.

Stór varandi avlop kunnu eisini vera tekin um, at húskini vísa skilagott fyrivarni við at spara upp til eftirløn, og harvið gjøgnum eftirlønarfeløg gera íløgur uttanlands, so tey hava meira at liva av, tá tey gerast pensjónistar.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder