Innanlands

Venjing í Hvalbiartunnlinum hóskvøldið

Endamálið við venjingini var at royna samskiftið og samstarvið millum sløkkilið, bjargingarfelag, sjúkraflutningstænastu, politi og Landsverk

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

2021-04-23 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir persónbilar stoyttu frontalt saman í Hvalbiartunlinum hóskvøldið. Óhappið var umleið 500 metur frá tunnilsmunnanum Hvalbiar megin, og seks fólk fingu skaða. Fyri at fáa fólkini úr persónbilinum, var neyðugt hjá sløkkiliðnum at koma við klippiútgerð.

Talan var tó bert um eina venjing og ikki eitt veruligt óhapp.

Tey, ið luttóku í venjingini vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, Politiið, Sjúkraflutningstænastan og Landsverk. Harafturat vóru eisini eygleiðarar fyri teir ymisku innsatspartarnar.

Endamálið var at royna samskiftið og samstarvið partanna millum og finna møguligar manglar/veikleikar, fyri hareftir at bøta um teir.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, skal nú viðgera eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.

Teir, sum stóðu fyri venjingini eru Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Martin Berg, Politiið, Hjalgrím Andreasen, Heilsuverk Føroya og Jákup N. Olsen, Landsverk.

[object Object]
(Mynd: Landsverk)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder