Innanlands

Almenn hoyring um ætlaðu ferðaætlanina hjá Erlu Kongsdóttir

Tá Erla Kongsdóttir aftur í mai-juli skal røkja siglingina um Nólsoyarfjørð, er ein møguleiki er at halda fram við verandi ferðaætlan. Hin møguleikin er at stytta siglingartíðina, og tað er tað, ið Strandferðslan skýtur upp

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-04-23 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Erla Kongsdóttir hevur verið eitt nógv umtalað strandfaraskip, síðani tað fóru undir sigling seint í fjør. Tvær ferðir eru rútar brotnaðir undir sigling umborð, og nólsoyingar hava ikki verið heilt álvuligir við støðuna.

Ternan er framvegis á Klaksvíkar Sleipistøð, men roknast kann við, at 40-ára gamla skipið er til reiðar at fara í sigling aftur fyrst í mai. Trupulleikin er bara, at Teistin og Sam skulu til kravda klassing og eftirlit í mai, og tað varðir eftir ætlan til í juli. Tí skal Ternan nýtast til at avloysa tey skipini, meðan Erla Kongsdóttir aftur skal avloysa Ternuna á Nólsoyarleiðini.

[object Object]Ternan hevur verið á beding í Klaksvík síðani oktober í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Strandferðslan hevur nú gjørt eitt uppskot til, hvussu Erla Kongsdóttir kann sigla, tá skipið aftur fer at avloysa. Ætlanin er, at styttri skal verða millum túrarnar: 

- Royndirnar við Erlu vísa tó, at til ber at stytta um siglingartíðina við 5-10 minuttum og skapar hetta pláss fyri einari broyttari ferðaætlan við fleiri túrum og stytting av tíðini millum flestu fráferðir.

Talan er, á pappírinum, ikki um heilt stórar broytingar. Í flestu førinum er tað ein framskunding, sum er fimm minuttir.

Nú hevur Strandfaraskip Landsins koyrt hetta út til almenna hoyring. Øll, ið hava ítøkiligar viðmerkingar til ætlaðu ferðaætlanina, kunnu venda sær til Strandferðsluna, har nýggja ferðaætlanin sæst, fram og við mánadagin 3. mai 2021. Hin møguleikin er tá, at  Erla Kongsdóttir heldur fram við at sigla eftir verandi ferðaætlan  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder