Innanlands

Video: Við húsvogni kring Føroyar

Guide to Faroe Islands hevur gjørt ein film sum lýsir Føroyar sum eitt stað at ferðast við húsvogni. Síggj hugtakandi filmin her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-04-23 22:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hugurin at ferðast í húsvogni hevur vundið nógv uppá seg undir koronu, og líkt er til, at rákið heldur fram. Millum annað tí at í húsvogni kenna fólk seg trygg, og tí tey kunnu flyta seg úr einum stað í annað uttan at koma í tætt samband við onnur.

Føroyska savningarstaðið fyri ferðavinnutilboð, Guide to Faroe Islands, hevur gjørt ein film, sum selur Føroyar sum eitt ónomið stað at uppliva við húsvogni.

Filmurin vísir stórfingnar náttúrumyndir og ein húsvogn, sum fer koyrandi kring oyggjarnar.

Guide to Faroe Islands hevur sum endamál at leggja lunnar undir eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu í Føroyum og leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið. Hugsjónin er tann, at fjølbroytni í tænastunum, sum ferðafólkini kunnu njóta, mennir Føroyar sum ferðafólkaland.

Í hesum sambandi er eisini skrivað ein drúgv leiðbeining til ferðafólk, sum koma til Føroya við húsvogni ella leiga ein í Føroyum. Greinin Camping in the Faroe Islands er ætlað ferðafólkum, tá ið tey leggja ferðina til Føroya til rættis.

Í strembanini eftir at hava eina vælvirkandi føroyska ferðavinnu arbeiðir Guide to Faroe Islands tætt saman við myndugleikum og øllum áhugabólkum í føroysku ferðavinnuni til tess at laga ferðafólkatilboð og bókingar eftir teirra ynskjum og treytum. Felagið er eisini í regluligum samskifti við veitarar og fær afturmeldingar frá útlendsku ferðafólkunum um, hvat kann gerast enn betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder