Innanlands

Lítil grind legði beinini í Hvannasundi

10 ella 12 hval løgdu beinini - grindin kavaði illa og var trupul at reka

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-28 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grindin, sum fyrrapartin varð funnin í Haraldssundi, var um 15-tíðina í dag hildin til í Hvannasundi, norðan fyri byrgingina.

Grindin var fyrst mett at vera um 30 hval, men var nógv minni enn tað, tá samanum kom, bert 10 ella 12 hvalir, verður upplýst úr Hvannasundi.

Grindin var ring at reka og kavaði illa. Møguliga hevur i upprunaligflokkurin verið nakað størri, men tann, sum fekst inn á hvannasund var bert hesir gott 10 hvalirnir.

Um 8-10 bátar vóru við í rakstrinum. Sjálvt drápið var liðugt eftir einum minutti.

 

placeholder
placeholder