Innanlands

Føroyar aftur koronufríar

Eingin tilburður varð staðfestur í kanningunum í gjár, og tann seinasti persónurin við koronusmittu í hesum umfarinum er nú staðfestur frískur. Hetta er fimtu ferð síðani mars í fjør, at so er

Tilsamans eru nú gjørdar 252.136 koronukanningar í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tilsamans eru nú gjørdar 252.136 koronukanningar í Føroyum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-29 12:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

321 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Í teimum kanningunum varð eingin smitta funnar.

Í gjár varð seinasti persónurin við koronusmittu - í hesum umfarinum - staðfestur frískur, og harvið eru Føroyar aftur koronufríar.

Hetta upplýsir corona.fo.

Hetta er fimtu ferð síðani mars í fjør, at so er. 8. mai 2020, 7. juli 2020, 26. februar 2021 og 23. mars - fyri beint yvir einum mánaða síðani - eru hinar dagfestingarnar, har staðfest er, at Føroyar eru koronufríar. 

Tilsamans eru nú gjørdar 252.136 koronukanningar í Føroyum. 663 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Kannað verður eisini fyri korona í morgin, Dýra biðidag

placeholder
placeholder