Innanlands

Gravgangur at sleppa suður

Nakrir bilar stóðu eftir, tá Smyril fór av Havnini seinnapartin. Dansibandsfestivalur er í Vági um vikuskiftið

Eystara bryggja seinnapartin

Eystara bryggja seinnapartin

2021-04-29 16:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dýri biðidagur er í morgin, og tískil er vikuskiftið ein dag longri hesaferð. Tað sást aftur á Eystaru bryggju har Smyril leggur at seinnapartin.

Ein rúgva av bilum og húsvognum stóðu í bíðirøðini til Smyril, og tá strandfaraskipið seinkað setti kós móti Suðuroynni stóðu nakrir av bilunum eftir.

Dansibandsfestivalurin er í Vági um vikuskiftið, og byrjað verður longu í morgin á middegi við brunsj í VB-húsinum. Skráin sæst her.

Sambært ferðaætlanini, ger Smyril ein túr suður aftur klokkan 21:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder