Innanlands

Matstova á Muntra í fimmti ár

Dagurin verður hildin við opnari matstovu hósdagin

(Mynd: Kirstin Vang)

(Mynd: Kirstin Vang)

2021-05-04 09:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í ár eru 50 ár liðin síðan matstova lat upp í bygninginum, sum Føroya Banki í síni tíð á Muntra í Fuglafirði. Matstovan fekk eisini navnið Muntra, og hevur tað enn.

Tað var Petur Mohr, sáli, sum byrjaði matstovuna, sum lat upp 6. mai 1971.

Seinastu 37 árini hevur tað verið víðagitni kokkurin í Fuglafirði, Poul Rustin, sum hevur staðið á odda fyri matstovuni.

Á sjálvum fimmti ára degnum, hósdagin, verður opið hús á Mintra, har Poul og konan Luna fara at borðreiða við víðagitnu høvdasúpanini og øðrum góðum. Dagurin verður hildin frá klokkan 14 til 18 og tónleikur við Halli Joensen verður eisini á skránni.

Heitið Muntra kemur frá tíðini, tá menninir í bygdini plagdu at savnast undir húsavegginum til Piddasahandil og viðgera dagsins evnir. Tað kundi stundum vera skemtiligt at hoyra søgurnar og forteljingarnar, og tí varð staðið kallað Muntra.

Síðan matstova kom í stóra bygningin, ið varð bygdur á fiskastykkið oman fyri Piddasahandil, hevur matstovan Muntrað framhaldandi verið savningarstað, serliga fyri arbeiðsfólk í bygdini og fyri sjófólk og gestir uttanífrá.

Muntra hevur eisini verið brúkt til óteljandi veitslur og familjusamkomur hjá fuglfirðingum. Tað eru eisini Poul Rustin og Luna, sum standa fyri matgerðini, tá okkurt serligt er á skránni, ikki bara í Fuglafirði, men eisini í grannabygdunum.

Umframt at vera ein dygdar matstova av gamla slagnum, so er eisini sermerkt fyri Muntra, at interiørið so at siga ikki er broytt hesi fimmti árini síðan Petur Mohr byrjaði sítt virksemi har – nakað sum gestirnir við árunum alt meira eru farnir at virðismeta. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder