Innanlands

Ætlanir um fimm frítíðarsmáttur í Mikladali

Smátturnar vera 55 fermetrar til støddar

2021-05-04 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi summar verða væntandi fimm hugnaligar smáttur klárar hjá ferðafólki at flyta inn í nakað oman fyri bygdina í Mikladali.

Stigtakararnir til eina ætlan við smáttum í Mikladali, eru nýliga farnir á hopfigging.fo at leita stuðul til verkætlanina.

Endamálið er at savna inn minst 170.000 krónur til verkætlanina innan 13. juni. Her fáa fólk møguleika at stuðla og afturfyri fáa møguleika at vera við til hátíðarhaldið, tá verkætlanin letur upp og eisini royna tænasturnar við bæði gisting og upplivingum afturfyri.

Stigtakararnir eru Jógvan Johannesen, John Daniel Guðjónsson og Óli Jógvansson.

Ætlanin er at byggja fimm smáttur Uppi á Deildini, sum er eitt økið oman fyri bygdina, niðan móti viðarlundini í Mikladali.

Um verkætlanina siga teir: “Okkara ynski er at kveikja áhuga fyri Kalsoynni og at fáa vitjandi at steðga á og njóta løturnar úti á bygd. Vit vita øll, at tær smáu bygdirnar, ið ikki hava fast samband við meginøkið, ikki hava lív lagað, um so er, at ikki verður sett meir fokus á tær. Tískil vóna vit at fáa tykkara stuðul til hesa verkætlan.”

Ætlanin er at byggja fimm smáttur á 55 fermetrar. Tær koma at hava stovu og køk í einum umframt vesi og tvey kømur. Tær kunnu húsa fýra til seks ferðafólkum.

Umframt at bjóða gisting, ætla stigtakararnir eisini at bjóða fram fjallatúrar og onnur tilboð fyri fólk, sum koma til Mikladals og Kalsoynna at ferðast.

Smátturnar uppi á Deildini skulu eftir ætlan vera klárar til innflyting næsta summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder