Innanlands

Ein koronutilburður staðfestur í gjár

Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum. 599 kanningar vórðu gjørdar

2021-05-04 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar vórðu staðfestar koronufríar hósdagin, men tað gingu bert nakrir tímar, so varð ein nýggjur tilburðir staðfestur. Talan var um ein hondbóltsdómara úr Litava, sum kom til landið fyri at døma Føroyar-Kekkia.

[object Object]
Av tí at tann eini dómarin, ið eftir ætlan skuldi døma EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kekkia, fekk staðfest smittu, dømdu Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík dystin. Litaviski dómarin telur framvegis við í føroysku hagtølunum (Mynd: Sverri Egholm)

Hann telur framvegis við í hagtølunum, og nú hevur ein persónur afturat fingið staðfest smittu við komu. Hetta skrivaði corona.fo fyri lítlari løtu síðani.

599 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, allar eru liðugt greinaðar, og ein kanning ið gav positivt svar, var har ímillum Tilsamans eru nú gjørdar 254.308 kanningar.

665 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru tveir persónar smittaðir. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder