Innanlands

Ísland sleppur kravinum um sóttarhald fyri ferðandi úr Føroyum

Atlantsflog byrjar at flúgva til Reykjavíkar 18. juni - um føroyska kravið um sóttarhald eisini verður slept, so byrjar flúgvingin helst fyrr, sigur stjórin í Atlantsflog

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-05 14:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag – sama dag sum staðfest varð – at fólk aftur eru vorðin smittað innanlands í Føroyum, boða íslendskir myndugleikar frá, at galdandi krøv um sóttarhald og kravda koronakanning ikki longur verður galdandi fyri ferðafólk úr Føroyum.

Nýggja skipanin verður galdandi frá 10. mai at rokna, upplýsir íslendska aðalkonsulatið í skrivið.

- Smittulæknarnir hava gjørt av at taka Føroyar av listanum yvir vandaøkir orsaka av covid-19, tí fáir smittutilburðir eru staðfestir har í ár. Ferðafólk úr Føroyum, sum hava havt uppihald har í minst 14 dagar, sleppa tí undan krøvunum vegna covid-19, sum annars eru galdandi fyri útlendsk ferðafólk, ið koma til Íslands, stendur í skrivinum.

Íslendska avgerðin í dag, fær ikki ávirkan á flúgvingina millum Føroyar og Íslands beinanvegin. Tað upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.

- Vit hava sett flúgvingina til Keflavík á listan galdandi frá 18. juni, og tað skal sigast, at áhugin fyri at keypa ferðaseðlar hevur verið ógvuliga avmarkaður.

- Møguliga verða fleiri, nú íslendska kravið um sóttarhald verður avtikið. Men tað er framvegis krav um sóttarhald í Føroyum galdandi fyri ferðandi úr Íslandi. So leingi sum hetta krav er galdandi, broyta vit ikki ferðaætlanina.

- Men um Føroyar eisini sleppa kravinum um sóttarhald fyri ferðandi úr Íslandi, so kann væl vera, at vit byrja flúgvingina til Íslands áðrenn 18. juni, sigur Johanna á Bergi.

Atlantsflog hevur eisini sett flúgvingina til Edimburg á ferðaætlanina, galdandi frá 1. juli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder