Innanlands

Koronupass ikki atgongumerki til samfelagið

Ongar ætlanir eru at talgild koppsetingarkvittan ella koronupass skal vera grundarlag fyri, at borgarar í Føroyum hava atgongd til ymisk tilboð, sigur landsstýrismaðurin

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2021-05-05 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrið hevur ikki ætlanir um at ein talgild koppsetingarkvittan ella eitt koronupass skal vera grundarlag fyri hvat borgarar í landinum skulu sleppa.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari upp á ein grein 52 fyrispurning, sum Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, hevur sett.

Hetta er annars ein skipan, sum verður brúkt í Danmark, har eitt koronapass gevur fólki atgongd til kaffistovur, matstovur og mentanartilboð. Passið verður millum annað brúkt um ein skal til frisør ella á savnsvitjan. Verða hesar reglur ikki hildnar, kann man fáa bót.

Men tað eru altso ongar ætlanir fyri hesum í Føroyum.

- Ongar ætlanir eru um, at ein talgild koppsetingarkvittan ella eitt koronupass skal vera grundarlag fyri, hvat borgarar í landinum hava atgongd til í mun til almenn og privat frítíðar- og mentanartilboð, vørur og tænastur annars, ella skulu verða noktaði atgongd til tilboð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í svarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder