Innanlands

Túrar hjá Teistanum aftur avlýstir vegna tekniskt arbeiði umborð

Eins og síðsta hósdag, verður síðsti túrur úr Skopun sigldur klokkan 18:35. Siglt verður aftur av Gomlurætt til Skopunar fimm minuttir yvir ellivu

Fýra túrar millum Gomlurætt og Skopun verða ikki sigldir vegna tekniskt arbeiði (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra túrar millum Gomlurætt og Skopun verða ikki sigldir vegna tekniskt arbeiði (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-06 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra túrar millum Gomlurætt og Skopun verða ikki sigldir í kvøld. Soleiðis var eisini fyri einari viku síðani, og orsøkin er aftur tekniskt arbeiði umborð á Teistanum. 

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari. 

Síðsti túrur á leið 60 úr Skopun í kvøld verður sigldur klokkan 18:35. Siglt verður aftur av Gomlurætt til Skopunar klokkan 23:05.

Teistin skal skjótt til klassing.

Sí ferðaætlan her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder