Innanlands

Kirkjugarðurin í Leirvík skal víðkast

Hetta er fyrstu ferð síðani miðskeiðis í 1980'unum. Eysturkommuna hevur keypt lendið norðanfyri kirkjugarðin, so at í fyrsta lagið 340 pláss kunnu gerast har

Tvær milliónir krónur eru settar av til arbeiði (Mynd: Pól Sundskarð)

Tvær milliónir krónur eru settar av til arbeiði (Mynd: Pól Sundskarð)

2021-05-06 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á seinasta býráðsfundi samtykti býráðið í Eysturkommuna at seta tvær milliónir krónur av fyri í ár til arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Leirvík.

Ætlanin er, at 430 pláss norðanfyri verandi kirkjugarð skulu gerast afturat í fyrstu atløgu. Í næsta byggistigi verður møguleiki at gera áleið 300 afturat niðaneftir.

Hetta er møguligt, tí Eysturkommuna hevur keypt lendið norðanfyri kirkjugarðin. Heimasíðan eysturkommuna.fo skrivar, at nú verður gjørt klárt til at bjóða arbeiðið út.

Tørvurin er har, tó í løtuni eru áleið bert 30 pláss tøk, og áleið 10-12 gravir verða brúktar um árið. Tí er neyðugt at víðka um kirkjugarðin, sum seinast víðkaður miðskeiðis í 1980unum, skrivar Eysturkommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder