Innanlands

Myndir: Lærarafelagið aðalfund og handað veðurlagsvirðisløn

Skála skúli varð heiðraður við Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Sí myndir

(Mynd: Ólavur Frederiksberg / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksberg / Faroephoto)

2021-05-08 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum var í dag á Hotel Føroyum, varð Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags handað fyri aðru ferð.

Í grundgevingini at lata Skála skúla virðislønina sigur Lærarafelagið, at Skála skúli er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Nevndarval hevur eisini verið á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali hesaferð. Jona Højsted, sum hevur verið í nevndini í nøkur ár, eitt nú kassameistari, stillaði uppaftur, men tað gjørdi Carl Eli Nolsøe Samuelsen ikki. Umframt stillaðu Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, og Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, upp. Tá ið avtornaði vóru Jona Højsted, ið er lærari á Skúlatrøð, og Bergur Samuelsen, vald við ávikavist 111 og 99 atkvøðum; Jónleif Johannesen og Jákup av Skarði fingu ávikavis 68 og 32 atkvøður.

Á aðalfundinum vóru gestarøður, og tað vórur Jenis av Rana, landsstýrismann við skúlamálum, og Jákupi Reinert Hansen, Ph.d. lektara í kirkjusøgu á Søgu og samfelagsdeildini, sum høvdu hesar.

Sí myndir sum Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók í dag:

placeholder
placeholder