Innanlands

Linka sóttarhalds-tilmæli - framvegis bert 500 kunnu savnast

Um ein er koppsettur ella hevur havt koronu er ikki neyðugt við sóttarhaldi eftir komu. Tað verður eisini linari hjá øllum hinum. Annars varð so at siga eingin broyting fráboðað á koronutíðindafundinum - óvissa er framvegis viðvíkjandi stóru tiltøkunum í summar

2021-05-14 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðindafundurin í Kringvarpinum um broytt koronu-tilmæli fór í gongd klokkan 14. 

Av einari ella aðrari orsøk valdi løgmaður at byrja við at sammeta støðuna í Sandoyartunnlinum í dag, har tveir persónar vóru inni í eldinum í tunnlinum, við at tríggir koronutilburðir vórðu staðfestir ein dag í farnu viku. Bárður á Steig Nielsen segði, at "í báðum førum var talan um hóttanir, ið tíbetur ikki vórðu til meira enn hóttanir"

Les eisini: Persónarnir komnir út úr tunlinum

Síðani staðfesti løgmaður, at koronustøðan í Føroyum er góð, at nógv eru koppsett, og tí ber nú til at tillaga tilmæli um sóttarhald. Fyri tey, ið hava havt korunu ella eru liðugt koppsett, merkir tað, at tað ikki er neyðugt at hugsa um heimauppihald í fýra dagar eftir komu. Fyri hini merkir tað, at tað verður linari - nú verður bert tilmælt, at tey ikki fara í stórar bólkar, so sum í føðingardag ella til ítróttartiltak, fyrrenn eftir negativa kanning á 4. degi.

Hetta merkir millum annað, at føroyingar ið koma heim og ferðafólk, kunnu fara á matstovu og annað heilt stutt eftir komu. Hetta er millum annað fyri at hjálpa ferða- og tænastuvinnuni, og ein ásannan av at støðan er so, at tað ber næstan til at hava eitt vanligt samfelag koyrandi

Meira um koppseting um eina løtu

Óvist summar - framvegis bert 500 sum kunnu savnast

Nú nærkast tíðin við tónleikafestivalum og øðrum stórum tiltøkum, men myndugleikarnir staðfestu, at komandi vikurnar ber ikki til at siga, um slíkt kann haldast eftir tilmæli. Hildið verður aftur, tí at mett verður, at støðan ikki er nóg trygg, og at slík tiltøk eru tey, sum sambært heilsutilráðingunum hava størst vanda fyri smittuspjaðing.

- Tá vit nærkast 1. juli ber vónandi til at lata upp fyri at fleiri fólk kunnu savnast, og at vit kunnu staðfesta, at vit kunnu hava eitt næstan vanligt summar, segði løgmaður

Ein festivalur verður seinni í mánaðinum í Hovi, ið fyrireikarnir onga ætlan hava um at flyta, og Contry-festivalurin verður um beint undir ein mánaða í Sørvági.

Bárður á Steig Nielsen segði, at talið framvegis er 500 - tó skal hædd takast um tað er innandura ella uttandura at eitt tiltak er, og hvussu stórt økið er. Løgmaður, fútin og Bjarni á Steig mintu á, at hóttainin ikki er burtur, at tað var umráðandi "at halda fast", og at støðan aðrastaðni í heiminum vísur á, at korona framvegis hevur stóra ávirkan. Um smittutølini vaksa aftur, verður hálað meira í land, og tilmæli verða løgd afturat.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder