placeholder
Innanlands

Nú er aftur koyrandi gjøgnum Kambsdal

Næmingarnir forðaðu ferðsluni í morgun

2021-05-17 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri fólk, sum skuldu til arbeiðis í ella úr Fuglafirði í morgun møttu ov seint.

Orsøkin var, at næmingar á miðnámsskúlanum á Kambsdali, høvdu valt at skulka frá vanligari undirvísing, fyri ístaðin at fara út á landsvegin at forða ferðsluni, eins og tað hevur verið gjørt í Hoydølum og nú í Marknagili í fleiri ár.

Tað var um átta tíðna í morgun, at løgreglan fekk fyrstu boðini um, at ferðslan var forðað.

Og bíðirøðin av bilum var rættiliga long eitt skifti. Av løgregluni frættist, at umleið trý korter til tíggju gekk ferðslan aftur sum vanligt gjøgnum dalin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder