Innanlands

Nú er fundur millum uttanríkisráðharrarnar

Jenis av Rana og grønlendski starvsbróður hansara sluppu ikki við til drotningina

(Skíggjamynd: TV2/News)

(Skíggjamynd: TV2/News)

2021-05-17 10:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani byrjaði fundurin í danska uttanríkisráðnum millum amerikanska uttaníkisráðharran Antony Blinken, og Jeppe Kofod, Jenis av Rana og Pele Brobjerg.

Jeppe Kofod og amerikanski starvsbróður hansara hava júst verið á vitjan hjá drotningini á Amalienborg. Her sluppu grønlendsku og føroysku landsstýrismenninir við uttanríkismálum ikki við.

Men teir stóðu og bíðaðu uttan fyri Eigtveds Pakhus, har uttanríkisráðið heldur til, saman við Jeppe Kofod, tá Antony Blinken eina løtu seinni kom at heilsa upp á teir tríggjar.

Eftir at hava heilsast – við albógvunum – fóru teir inn í uttanríkisráðið at halda fund.

Nú verður bíðað eftir, at teir skulu koma útaftur og tosa við fjølmiðlarnar. 

[object Object]
(Skíggjamynd: TV2/News)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder