Innanlands

Næstan 15 prosent av fólkinum liðugt koppsett

Nú eru næstan 27.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum, og steðgur verður nú í koppsetingini, til nýggj sending við koppingarevni eftir ætlan kemur til landið mikukvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-17 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

26.977 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum.

Fríggjadagin vórðu 731 koppsetingar gjørdar á teimum trimum sjúkrahúsunum. 146 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 585 fólk fingu seinnu koppsetingina.

Nú hava 19.153 fólk fingið fyrru koppsetingina í Føroyum, meðan 7.824 hava fingið tað seinnu og eru liðugt koppsett.

Tað svarar til, at 36 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 14,7 prosent eru liðugt koppsett.

Sambært corona.fo verður nú ein lítil steðgur í koppsetingini, meðan bíðað verður eftir meira koppingarevni. Eftir ætlan kemur nýggj sending við koppingarevni frá Pfizer/BioNTech til landið mikukvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder