Innanlands

Jenis: Góð samrøða við Blinken

- Tíðin krevur broytingar í ríkisfelagsskapinum, segði landsstýrismaðurin við danskar miðlar eftir fundin í uttanríkisráðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-17 11:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg eri nøgdur við, at nýggja amerikanska stjórnin ikki hevur broytt politikk viðvíkjandi viðurskiftunum við Føroyar.

Soleiðis segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, eftir fundin við amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken í Keypmannahavn í dag.

Í samrøðu við Lotte Mejlhede hjá TV2 fyri løtu síðani fegnaðist hann um, at amerikanski uttanríkisráðharrin vísti áhuga fyri Føroyum, og var sinnaður at halda fram við samstarvinum, sum byrjaði við undanfarna uttanríkisráðharra, og samstarvsavtaluni millum Føroyar og USA, ið varð gjørd í USA.

Hann upplýsti, at teir báðir tosaðu um føroysku umboðanina í Washington og var sera áhugaður at hoyra um føroysku ætlanirnar um at lata eina sendistovu upp í amerikanska høvuðsstaðnum.

Ríkisfelagsskapurin krevur broytingar
Í donskum miðlum í dag er størri áhugi at hoyra um hvussu støðan í ríkisfelagsskapinum er, nú nýggi grønlendski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Pele Broberg frá flokkinum Naleraq hevur gjørt heilt greitt, at hann umboðar Grønland og ikki ríkisfelagsskapin á fundinum við Blinken. Nýggja grønlendska landsstýrið hevur eitt greiðari ynski um grønlendskt sjálvstýri, enna undanfarna landsstýri hevði.

Jenis av Rana vísti í samrøðuni á, at neyðugt er við broytingum í ríkisfelagsskapinum.

- Heimurin broytist, og tað má ríkisfelagsskapurin eisini, segði Jenis av Rana, og vísti á, at danski uttanríkisráðharrin hevur víst forstáilsi fyri, at Føroyar og Danmark ynskja at reka uttanríkispolitikk á jøvnum føti við Danmark.

- Tíðin krevur, at vit  eru meira sjálvstøðug á altjóða støði, segði Jenis av Rana. 

[object Object]
Pele Broberg, nýggjur grønlendskur landsstýrksmaður við uttanríkismálum (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder