Innanlands

– Slík avgerð ger tað enn truplari hjá ferðavinnuni

Avleiðingin av, at ferðaleiðaravirksemi nú verður mvg-skyldugt kann vera, at sjálvstøðug vinnurekandi steðga virksemið vegna vánalig framtíðarútlit í ferðavinnuni, sigur tingmaður hjá Framsókn

Meirvirðisgjaldið á ferðaleiðaravirksemi er kappingaravlagandi í kappingini við okkara grannalond og onnur ferðavinnumál, heldur Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Meirvirðisgjaldið á ferðaleiðaravirksemi er kappingaravlagandi í kappingini við okkara grannalond og onnur ferðavinnumál, heldur Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-19 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku boðaði TAKS frá, at stovnurin hevði staðfest, at ferðaleiðaravirksemi er mvg-skyldugt. Hetta eftir at virksemið annars hevði verið tulkað sum mvg-frítt í fleiri ár.

Tann tulkingin er ikki røtt, sigur TAKS, og tí verður ferðaleiðaravirksemi nú álagt meirvirðisgjald.

Les eisini: TAKS: Ferðaleiðaravirksemi er mvg-skyldugt

Avgerðin hjá TAKS fer at gera tað enn truplari hjá ferðavinnuni í Føroyum, heldur Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn.

– Ein frammanundan bløðandi ferðavinna í óvanliga truplum umstøðum orsakað av COVID-19 og tiltøkum í tí sambandi fær tað enn truplari av slíkari avgerð, og er meirvirðisgjaldið eisini kappingaravlagandi í kappingini við okkara grannalond og onnur ferðavinnumál, sigur hann.

Avleiðingin av hesum kann vera, at sjálvstøðug vinnurekandi steðga teirra virksemi vegna vánalig framtíðarútlit í ferðavinnuni, heldur Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fyrispurning um málið.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Er landsstýrismaðurin samdur við tulkingini hjá TAKS um, at ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á sítt vinnuliga virksemi?

2. Hvat fyri eykainntøkur kann landskassin rokna við í samband við, at ferðaleiðarar nú skulu rinda meirvirðisgjald av sínum tænastum?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at ferðaleiðarar ikki skulu rinda meirvirðisgjald, hóast TAKS hevur staðfest eina aðra lógartulking grundað á MVG-lógina?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder