Innanlands

Læknafelagið mælir føroyingum til at koppseta seg

Tað er væl kent, at allur heiligvágur kann hava hjáárin. Hetta er eisini galdandi fyri COVID-19 koppsetingarnar, hóast at hjáárinini til hesar koppsetingar hava verið fá. Við Pfizer/BioNTech-koppingarevninum eru ikki enn staðfest álvsarslig óvæntaði hjáárin

Pál Weihe, formaður í Læknafelagi Føroya (Mynd: Sverri Egholm)

Pál Weihe, formaður í Læknafelagi Føroya (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-21 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur elvt til nógv kjak seinastu dagarnar, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis og mentamálum, men eisini lækni, segði at hann ikki fór at lata seg koppseta imóti covid-19. Ikki fyrr enn hann kendi møgulig langtíðarhjáárin av koppsetingini.

Men Læknafelagið sigur í fráboðan í dag, at tey mæla føroyingum at koppseta seg ímóti covid-19.

- Koppsetingarnar móti COVID-19 eru eitt týdningarmikið vápn ímóti koronafarsóttini, og Læknafelag Føroya mælir Føroya fólki til at lata seg koppseta móti COVID-19, um tey tola at verða koppsett. Í Føroyum verður koppsetingin Comirnaty, frá Pfizer/BioNTech, nýtt. Hendan koppsetingin er bæði trygg og serstakliga effektiv, sigur felagið.

- Tað er væl kent, at allur heiligvágur kann hava hjáárin. Hetta er eisini galdandi fyri COVID-19 koppsetingarnar, hóast at hjáárinini til hesar koppsetingar hava verið fá. Tað eru koppsett omanfyri 100 milliónir í verðini við Pfizer/BioNTech, uttan at tað enn eru staðfest álvarslig óvæntaði hjáárin.

- Tá vit hyggja útum landoddarnar, síggja vit at COVID-19 støðan enn er hættislig í fleiri støðum í heiminum. Vit kunnu tíverri ikki taka fyri givið, at vit í Føroyum ikki aftur verða rakt av hesum virusinum, og tí eiga vit at royna at verja okkum sum best ímóti tí. Tann besta verjan vit hava er, umframt at steðga smittunispjaðing, at fólk lata seg koppseta.

- Koppsetingarnar hava víst seg at vera tryggar, men eisini effektivar, bæði at forða fyri smittu ímillum fólk, og í uppaftur størri mun at verja ímóti álvarsligari sjúku og deyða av COVID-19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder