2021-05-24 10:28
Í morgun varð boðað frá, at stóra útiguðstænastan í Gundadali er avlýst vegna koronu, og at eingin guðstænasta tí verður í Suðurstreymoyar prestagjaldi.
Vága prestagjald boðaði seinni frá, at guðstænastan, sum skuldi vera á Stakka í Sørvági klokkan 11 í dag, eisini er avlýst.
Nú boðar Fólkakirkjan frá, at allar guðstænasturnar hjá fólkakirkjuni – bæði innandura og uttandura – eru avlýstar í dag.
Dagførd kl. 10.38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald