Innanlands

Beint undir 45 prosent av íbúgvunum eru nú koppsett

896 fólk vórðu koppsett fyri koronu í gjár. 23.867 fólk hava fingið fyrru koppsetingina - 27 prosent av fólkatalinum eru liðugt koppsett

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-10 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronukoppsetingar vórðu aftur gjørdar í gjár, tá 896 fólk vórðu koppsett í Føroyum. Heimasíðani corona.fo skrivar, at 725 fólk fingu fyrra prikið, og 171 fólk fingu seinna prikið.

Nú eru 44,8 prosent av íbúgvunum koppsettir - 23.867 fólk hava fingið fyrru koppsetingina.

14.375 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og tað svarar til 27% av fólkatalinum. 

Tilsamans eru 38.242 kopppsetingar gjørdar í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder