Innanlands

Rebekka gjørdist fyrsta pisan á Kambsdali í ár

Rebekka Jóhannusardóttir Olsen fekk húgvuna á høvdið eftir at hava verið til próvtøku í virkisbúskapi. Hon er tann fyrsta av 133 pisum á Dalinum í summar

Mynd: kambsdalur.fo

Mynd: kambsdalur.fo

2021-06-10 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag bleiv fyrsta pisan á Kambsdali floygd.

Tað var um tvey tíðina, at Rebekka Jóhannusardóttir Olsen fekk húgvuna á høvdið eftir at hava verið til próvtøku í virkisbúskapi.

[object Object]
Rebekka fær her húgvuna á høvdið (Mynd: kambsdalur.fo)

Beint eftir próvtøkuna vant hon Merkið á fulla stong, sum fráboðan um, at nú er fyrsta av 133 pisum á Dalinum floygd.

Hetta skrivar kambsdalur.fo, sum eisini upplýsir, at síðsta próvtøkan í ár er mikudagin 23. juni, at pisufundur verður á Gøtusandi, sum siðvenja er, klokkan 17 sama dag.

Próvhandanir eru eisini hesa vikuna. Nærri upplýsingar um hesar kunnu lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder