Innanlands

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa

1. mai búðu 53.305 fólk í Føroyum, ið er 863 fleiri enn um somu tíð í fjør – Talan er um ein vøkstur á 1,6 prosent

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2021-06-12 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa. Sambært Hagstovuni búðu 53.305 fólk í Føroyum 1. mai, ið er ein vøkstur á 863 fólk ella 1,6 prosent samanborið við somu tíð í fjør.

Síðan ársskiftið er fólkatalið vaksið við 380 fólkum. Vøksturin stavar frá eini nettoflyting á 275 fólk, og einum burðaravlopi á 105 børn.

Í apríl í ár fluttu 111 fólk til Føroya og 57 fluttu úr Føroyum. Hetta gav eina nettoflyting á 54 fólk, sum er 23 fleiri enn í apríl í fjør. Tá fluttu 80 til Føroya og 49 úr Føroyum, skrivar Hagstovan.

Apríl mánaði gav eitt burðaravlop á 17 børn. Tað er minkað við 11 samanborið við apríl í fjør, tá burðartalið var 11 hægri, meðan deyðatalið var tað sama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder