Innanlands

– Vísið dirvi at finna loysnir

Forkvinnan í MEGD heitir á Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at koma aftur til samráðingarborðið

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-14 08:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru limir hjá Pedagogfelagnum farnir í verkfall. Verkfallið, ið varð lýst fríggjadagin, er galdandi fyri alt námsfrøðiliga sáttmálaøkið. Tó eru nøkur undantøk givin til Almannaverkið.

Í hesum sambandi hevur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD eina innilaga áheitan til Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at koma aftur til samráðingarborðið.

– Takið støðuna í álvara. Setið tykkum aftur við samráðingarborðið og vísið dirvi at finna loysnir, so fólk, ið bera brek, fáa livað í frið og uttan verkfalsótta, sigur hon m.a. í skrivi, sum er sent miðlunum.

Skrivið er soljóðandi:

Nú merkjast stríðsstigini veruliga, og tey veikastu okkara eru aftur rakt. Samráðingarborðið við Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið saman við lønardeildini hinumegin stendur tómt.

Tey, ið hava stúrt, hava nú aftur fingið at merkja, at her er lítil vilji til virðiligar avtalur og framhaldandi eingin trygd fyri teimum, tá ið verkfall er.

MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, tó eigur tað at vera eitt mark fyri, hvussu langt partarnir fara.

Enn ein innilig áheitan á partarnar: Takið støðuna í álvara. Setið tykkum aftur við samráðingarborðið og vísið dirvi at finna loysnir, so fólk, ið bera brek, fáa livað í frið og uttan verkfalsótta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder