2021-06-14 08:50
Talið á koronukoppsetingum, sum eru gjørdar í Føroyum, nærkast nú 40.000. Tilsamans 39.987 koppsetingar eru nú gjørdar, og 25.484 fólk hava nú fingið fyrru koppsetingina.
Tað svarar til, at 47,8 prosent – nærum helvtin – av fólkatalinum nú eru koppsett, skrivar corona.fo.
14.503 hava fingið seinnu koppsetingina, ið svarar til 27,2 prosent av fólkatalinum.
Í gjár vórðu 828 fólk koppsett. 767 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 61 fólk fingu seinnu koppsetingina.
Dagførd kl. 9.35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald