Uttanlands

Bennett avloysir Netanyahu

Nýggj stjórn er nú skipað í Ísrael, og Benjamin Netanyahu, sum hevði verið forsætisráðharri síðan 2009, er nú vorðin andstøðuleiðari, og fyrrverandi verjumálaráðharri hansara, Naftali Bennett verður forsætisráðharri komandi tvey árini

Naftali Bennett er nú forsætisráðharri í Ísrael (Mynd: EPA)

Naftali Bennett er nú forsætisráðharri í Ísrael (Mynd: EPA)

2021-06-14 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Benjamin Netanyahu er ikki longur forsætisráðharri í Ísrael. Síðan í gjár hevur hann verið andstøðuleiðari.

Við atkvøðugreiðslu í Knesset í gjárkvøldið atkvøddu 60 av teimum 120 limunum í ísraelska tinginum fyri nýggju stjórnini, meðan 59 atkvøddu ímóti.

Nýggi forsætisráðharrin er Naftali Bennett, sum fer at standa á odda fyri nýggju stjórnini, sum er gjørd upp av átta flokkum. Felags fyri allar flokkarnar er, at teir eru samdir um at koyra Netanyahu frá sum forsætisráðharra.

Eygleiðarar ivast í, at samgongan fer at klára seg í longri tíð, av tí at munurin millum flokkarnar er ov stórur, skrivar Ritzau.

Bennett er leiðari í flokkinum Yamina, og hevur hann eisini verið verjumálaráðharri undir Netanyahu.

Avtalan er, at Bennett er forsætisráðharri næstu tvey árini, og síðani yvirtekur Yair Lapid úr flokkinum Yesh Atid forsætisráðharrasessin. Eins og Bennett, hevur hann eisini verið ráðharri undir Netanyahu. Hann var fíggjarmálaráðharri í tíðarskeiðnum 2013-2014.

Benjamin Netanyahu var fyrst forsætisráðharri í tíðarskeiðnum 18. juni 1996 til 6. juli 1999, og í 2009 kom hann aftur til valdið, sum hann varðveitti fram til í gjár.

– Um tað er okkara lagna at vera í andstøðu, gera vit tað, intil vit fáa beint fyri hesari vánaligu stjórnini og kunnu venda aftur til at stýra landið á okkara máta, segði Netanyahu áðrenn atkvøðugreiðsluna í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder