placeholder
Mentan

Amerikanski sjónleikarin Ned Beatty farin

Hann andaðist sunnudagin, 83 ára gamal – Á sínari langu yrkisleið, náddi hann at spæla við í 150 filmum og sjónvarpsrøðum

Ned Beatty og konan, Sandra Johnson (Mynd: EPA)

Ned Beatty og konan, Sandra Johnson (Mynd: EPA)

2021-06-14 10:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski sjónleikarin Ned Beatty er deyður. Tað skriva fleiri miðlar, m.a. TMZ.

Hann andaðist sunnudagin av natúrligum orsøkum, 83 ára gamal. Hann andaðist í Los Angeles, har familjan var hjástødd.

Ned Beatty, sum m.a. hevur verið tilnevndur eina Oscar-, Golden Globe-, og Emmy virðisløn, hevur spælt við í fleiri enn 150 filmum og sjónvarpsrøðum.

Hann fekk sítt gjøgnumbrot sum sjónleikari í 1972, tá hann spældi høvuðsleiklutin sum Bobby Trippe í filminum "Deliverance". Hann hevur eisini spælt við í fleiri sjónvarpsrøðum sum "MASH", "CSI", og "Murder She Wrote".

Eftir sita kona Ned Beatty, Sandra Johnson, og átta børn hansara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder