
Umleið 70 hvalir vóru dripnir tá ein grind í kvøld legði beinini í Leynum. Grindin varð funnin í Vestmannasundi eitt sindur áðrenn midnátt, og tað gekk skjótt at reka.
Longu áðrenn klokkan eitt var alt dripið, og byrjað varð at sleipa hvalirnar til Kvívíkar, har skorið verður upp í morgin.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur at tað enn ikki er greitt akkurát nær seðlarnir koma út, men tað verður einaferð um middagsleitið í morgin sunnudag, sigur hann.
Sí myndir úr Leynum í kvøld:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald