
Dronur vórðu sæddar uppi yvir grindadrápunum í Leynum og í Hvannasundi um vikuskiftið, og í seinna drápinum var tolið hjá grindamonnum uppi.
Menn vildu vita hvør stýrdi hesari dronu, og hetta ikki bar til at finna útav, varð byrsa var funnin fram, og eitt skot varð latið av ímóti dronuni.
Eftir hetta hvarv dronan, og eftir øllum at døma rakti skotið.
Sea Shepherd skrivar á Facebook, har videobrotið omanfyri eisini er lagt út, at dronan hevur fingið skaða av skotinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald