Myndir: Margretha drotning á ferð í høvuðsstaðnum

Nógv fólk heilsaðu upp á drotningina á trappuni í Vágsbotni seinnapartin. Eftir hetta var Margretha drotning á vitjan á Skúlanum á Fløtum og í Sjóvinnuhúsinum. Sí myndir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-15 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Almenna vitjanin hjá Margrethu drotning í Føroyum byrjaði á Bursatanga klokkan 13 í dag, og seinnapartin hevur drotningin vitjað ymsastaðni í høvuðsstaðnum.

Eitt nú í løgtinginum, á trappuni í Vágsbotni, har nógv fólk vórðu savnað, á nýggja snotiliga Skúlanum á Fløtum og til síðst í Sjóvinnuhúsinum.

Sigrun Gunnarsdóttir gav í Sjóvinnuhúsinum drotningini ein málning, og eisini fekk hon ein brellbita upp á Trom sendirøðina.

Í kvøld klokkan sjey er løgmaður vertur fyri veitsludøgurða fyri drotngingini í Norðurlandahúsinum. Í morgin fer drotningin til Svínoyar og Fuglafjarðar á vitjan.

Sí myndir frá seinnapartinum í dag:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder